Myndir: Nýggi Borgarin komin á Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.02.2017 - 12:46

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Snotiliga hetlendska uppsjóvarskipið Research úr høvuðsbýnum hjá hetlendsku uppsjóvarvinnuni, Whalsay, kom fyrrapartin á Klaksvíking.

Pf. Næraberg í Klaksvík hevur keypt skipið, sum skal setast í fiskiskap - serliga svartkjaftafiskiskap - ístaðin fyri Slættaberg og Næraberg.

Skipið er bygt í 2003, men sær út sum nýtt, millum annað tí at tað bert hevur verið brúkt til fiskiskap nakrar fáar mánaðir um árið.

Skipið fær navnið Borgarin, og fer til fiskiskap so skjótt hann hevur fingið fiskiloyvið frá Nærabergi. Tað hendir tá Næraberg er liðugur við henda túrin. 12 mans vera við Borgaranum hvørja ferð.