(Mynd: EPA)

Myndir: Nýggj manning á rúmdarstøðina


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 09:45

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Eftir fýra ringrásir kring Jørðina komu tríggir nýggir rúmdarfarar til altjóða rúmdarstøðina í nátt. Teir skulu komandi fýra mánaðirnar takast við gransking í rúmdini.

Rúmdarfarið varð skotið upp frá rakettútskjótingarstøðini í Kasakhstan í gjár.

Teir tríggir rúmdarfarararnir eru russiski Alexander Misurkin og amerikanararnir Mark Vande Hei og Joe Acaba. Sostatt verður amerikanska manningin á støðini økt úr trimum til fýra, skrivar Nasa í eini miðlafráboðan.

Tilsamans seks fólk manna nú støðina.

Teir nýliga komnu skulu vera á rúmdarstøðini í fýra mánaðir. Hetta er aðru ferð, at Joe Acaba tekur eitt tørn á støðini. Hann var eisini ein túr harúti í 2012, skrivar nrk.no.