Myndir: Nýggjur ovasti fyri donsku verjuna í Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

16.05.2017 - 14:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Føroyar fingu ein nýggjan verjuovasta, tá Michael Hjort, kommandørkapteynur var innsettur sum nýggjur ovasti fyri deildina, sum eitur Arktisk Kommandos Forbindelseselement Færøerne.

Hann kemur ístaðin fyri Per Højgaard-Jensen, sum nú, eftir at hava verið í starvi í 42 ár í verjuni, nú verður pensjóneraður frá verjuni, men tó ikki gerst pensjónistur av teirri grund.

Ovastin fyri Arktisk Kommando, Kim Jesper Jørgensen, generalmajorur, var komin úr Grønlandi til Havnar fyri at standa fyri hátríðarhaldinum í hølunum hjá kammonduni í gomlu telegrafstøðini við Tinghúsvegin. Í røðu síni til Per Højgaard-Jensen rósti hann hansara virki, bæði til sjós og í táverandi Søværnets Operative Kommando í Århus og í Nato-høvuðsborgini í Belgia.

- Vit fakligari vitan og góðum netverki hevur tú verið Arktisk Kommando og verjuni at gagni. Tú hevur syrgt fyri, at eindin er í Føroyum hevur verið væl skipað við tøttum tilknýti við tey skip og flogfør, sum virka í økinum, segði generalmajorurin.

Í starv hjá drotningini
Hann kom serliga inn á avrikið, ið gjørt varð í sambandi við at Sea Shepherd vóru í Føroyum og mótmæltu grindadrápi.

- Tú og tíni fólk høvdu ábyrgdina av stuðlinum til løgregluna í sambandi við royndirnar hjá Sea Shepherd at støðga grindarakstri. Slíkar uppgávur eru truplar, og krevja gott samstarv við allar partar fyri at eydnast. Og hesum stóð tú á odda fyri við góðum úrsliti, segði Kim Jesper Jørgensen

Generalmajorurin kundi í røðuni avdúka, at Per Højgaard Jensen ikki verður arbeiðsleysur, nú hann gevst í Føroyum.

- Hetta er tín seinasti starvsdagur fyri verjuna – men tú ert ikki liðugur. Tí Hennara Hátign Drotningin hevur sent boð eftir tær at vera bústjóri – slotsforvaltari – á Marselisborg Slotti. Eitt álitisstarv, ið bert verður bjóðað teimum útvaldu, og tað gjørdist tú, Per.

Um nýggja ovastan í Føroyum, Michael Hjort, segði generalmajorurin:

- Michael, tú ert vitanarbankin hjá kommando’ini á øllum økjum. Nú verða uppgávurnar í Norðurhavi og Arktis títt øki. Eg fegnist um at lata ábyrgdina fyri eindina yvir til tín, tí eg veit, at hon harvið er í tryggum hondum. Góða eydnu við uppgávuni, Michael, og ansa væl eftir deildini, tínum fólkum og ansa væl eftir Føroyum.