Myndir: EPA

Myndir: Øskan hjá Castro á ferð kring Kuba – Kubanar siga farvæl á síðsta sinni

Jens Hákun Leo

30.11.2016 - 16:55

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Eitt bilafylgi við øskuni hjá Fidel Castro, fyrrverandi forsetanum í Kuba, er nú farið úr kubanska høvuðsstaðnum Havanna á eina fýra daga ferð kring oynna, hetta so at kubanar kunnu fáa høvi til at siga eitt seinasta farvæl við fyrrverandi forsetan í landinum, sum sat sum einaræðisharri í landinum í tíðarskeiðnum 1959-2008.

Bilafylgið við øskuni hjá Fidel Castro fór úr Havanna í dag og endar ferðina í Santiago de Cuba, tí næststørsta býnum í landinum, har ið jarðarferðin hjá fyrrverandi forsetanum verður nú sunnudagin.

Tíðindini um, at Fidel Castro var deyður, bórust farna leygarmorgun.

Fleiri túsund kubanar vóru á gøtuni í Havanna í dag fyri at siga eitt seinasta farvæl við Fidel Castro.

Fidel Castro gjørdist 90 ára gamal.