Myndir: Queen Elizabeth á Havnini

Ingi Samuelsen

23.07.2015 - 12:18

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Stásiliga marglætisferðamannaskipið hjá Cunard Line, RM Queen Elizabeth liggur í Havnini í dag.

Skipið er á norðuratlantiskari cruise, sum byrjaði í Southampton 14. juli. Síðan hava tey vitjað Dublin, Belfast, Reykjavík, Ísafjørðin og Akureyri áðrenn tey løgdu inn á Havnina í morgun.

Seinnapartin verður kósin sett móti Kirkwall á Orknoyggjum og henda ferðin endar í Southampton sunnudagin. Næsta ferðin hjá Queen Elizabeth gongur í Miðjararhav.

Queen Elizabeth er 294 metrar long og er størsta skip, sum leggur at molanum í Havn í ár. Queen Elizabeth er bygd í Monfalcone í Italia og varð latin eigarunum í 2010. Ein av skiparunum er vestmenningurin Inger Klein Thorhauge, men hon er ikki við á hesum túrinum til Føroyar.