Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Myndir: Regnaði illa til fyrstu venjingina áðrenn Lettland

Sverri Egholm

03.10.2017 - 22:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sjálvt um tað regnaði illa, so løgdu spælararnir nógv fyri í fyrstu venjingini áðrenn landsdystin ímóti Lettlandi seinnapartin í dag, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17:00.

Sí myndir frá FSF niðanfyri.

Mikudagin klokkan 16 venur landsliðið í Klaksvík. Børn, ung og annars allar barnsligar sálir eru vælkomin at heilsa uppá og fáa autograf, sigur FSF.