Myndir: Ríkisleiðararnir við Leynarvatn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.06.2018 - 14:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Aksel V. Johannessen, løgmaður, Kim Kielsen, formaður fyri grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hildu árliga ríkisfundin fyrrapartin í Føroyum.

Fundarstaðurin var lítli hjallurin Skerpi, sum í løtuni er staðsettur við Leynarvatn, har hann virkar sum móttøka fyri gestunum, sum koma at vitja virðisløntu matstovuna Koks, frammi við Gjónna.

Eftir fundin millum teir tríggjar, hildu teir leiðina yvir til smáttuna hjá gulu skótunum við Leynarvatn, har tíðindafundur varð hildin í túninum.

Eftir tíðindafundin var døgurði frammi við Gjónna. Lars Løkke og Kim Kielsen fóru av landinum aftur til Danmark við Atlantsflog seinnapartin




beint nú