Mynd: Petur í Gong

Myndir: Róðrarfólk úti í Grønhólmi á Regatta

Sverri Egholm

19.08.2014 - 05:44

Mentan >

Tað er vorðið siðvenja í sambandi við regattasiglingina, at róðrarfólk gera eitt legg inn á Grønhólm til reyp og prát, og enda við at sláa ring.

Í ár var einki undantak. Royður (Teinaringurin), Ormurin Langi, Hósvíkingur, Falkur, Hvessingur, Sølmundur og Ørvur møttist øll á hólmanum eina løtu.

Umleið eini 70-80 fólk vóru á hólminum hesa løtuna.

Sí eisini: Video: Ormurin Langi borin yvirum Streymin

Petur í Gong var eisini við og hann tók nakrar myndir sum Portal.fo hevur fingið loyvi til at vísa.