(Mynd: EPA)

Myndir: Seinasta ferð Fidels

Ingi Samuelsen

03.12.2016 - 21:14

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Øskan av fyrrverandi kubanska forsetanum, Fidel Castro, hevur nú ferðast næstan kring alt Kuba, so landsins íbúgvar hava kunnað sagt virðiliga farvæl við fyrrverandi leiðara teirra, ið doyði farna vikuskifti, 90 ára gamal.

Gravargongan byrjaði mikudagin og endar í morgin í býnum Santiago de Cuba í landsynningspartinum av Kuba, har øskan í morgin verður jarðsett.

Øskan av Castro varð førd til Santiago eftir somu leið, sum kollveltingarhirðin fór til Havana, tá hon sigraði yvir fyrrverandi einaræðisharran, Fulgencio Batista, í januar 1959.

Ferðin var knappar 800 kilometrar og fleiri túsund kubanarar hava staðið fram við fyri at heilsa teirra fyrrverandi leiðara.

Vit hava savnað nakrar av myndunum herundir