Myndir: Silvur til Henriettu og Duritu

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 12:44

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis

Hóast borðtenniskvinnurnar Henrietta Nielsen og Durita Fríðadóttir Jensen taptu finaluna í dag, so vóru tær glaðar og ernar fyri at hava vunnið silvur – einasta heiðursmerki til føroyskt borðtennis á hesum oyggjaleikunum.

Mótstøðan í finaluni var hørð. Føroysku genturnar høvdu møtt teimum báðum, Alice Loveridge og Dawn Morgan frá Guernsey fyrr, tær vóru styrkismettar, sum nummar eitt, so tað varð ikki væntað, at føroyingarnir fóru at vinna.

Guernsey komu eisini framum 2-0 í settum, men í triðja setti góvu Henrietta og Durita guernseybúgvunum harðan dyst, og vunnu trygt 11-5.

Men í triðja setti, vístu Alice og Dawn aftur, hvar skápið skuldi standa. Føroyingarnir byrjaðu at missa borðið, kilsa servur, og avgerðin fall við einum 11-3 sigri til Guernsey í fjórða setti.

Men eitt flott silvurheiðursmerki til Føroyar gjørdist tað so til.