(Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Sløkkiliðsbilar til Suðuroyar við Smyrli

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 12:48

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Fyri løtu síðani legði Smyril av Havnini, nakað fyrr enn ætlaðu fráferðina, sum skuldi vera klokkan 13.

Við Smyrli eru fleiri sløkkiliðsbilar frá Tórshavnar Sløkkiliði og frá sløkkiliðnum á Flogvøllinum, sum vórðu sendir til Havnar við útrykningi og politifylgju.

Orsaka av vandanum og roykinum á Trongisvágsfirði, siglir Smyril á Vág fyribils.