Mynd: Jens Kr. Vang, portal.fo

Myndir: So langt eru teir komnir á ferðini uppá Trøllkonufingur

Sverri Egholm

07.07.2015 - 12:20

Tíðindi >

Mánanáttina byrjaðu teir fýra Pætur Jødal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen, Bergur Mikladal at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri.

Í nátt hava teir sovið á Ovaraskarði, sum liggur á 260 metra hædd í nátt. Teir hildu fram á leiðini í morgun.

Tað ber til at fylgja klintraunum umvegis Instagram hjá Vodafone og vit leggja út á Portalin so hvørt. Til ber at fylgja við her.

Hetta er ikki fyrstu ferð at fólk royna at koma upp á toppin. Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi annan vøttin á toppinum. Hann fór uppaftur eftir honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt niður og doyði.

Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at krúnprinsur Frederik VII var á vitjan. Teir komu ikki longur upp enn umleið 200-260m.

Í 2012 eydnaðist tað so einum toymi at koma upp á toppin fyri fyrstu ferð, um gamla søgnin ikki verður tald við.

Myndamaðurin hjá Portalinum Jens Kr. Vang hevur verið og tikið myndir av trøllkonufingri. Reyðir rundingar eru á myndini, so tað betri sæst, hvar mennirnir eru staddir.