Mynd: Bjartur Vest

Myndir: Spakin settur í til nýggjan tunnil til Hvalbiar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.05.2018 - 17:10

Tíðindi >

Seinnapartin í dag var hátíðarhald í Hvalba. Spakin til arbeiðisvegin til nýggja hvalbiartunnilin varð settur í.

Allon Næs og Danjal av Rana fingu stóra heiðurin at seta spakan í og taka fyrsta plagi av til nýggju tiltongdu farleiðina.

Nakað av fólki var savnað til hátíðarhaldið, og aftaná vóru øll boðin í Roynhøllina til kaffi og kakur.

Tilsamans 272 milliónir krónur skulu játtast frá 2018 til 2022 til verkætlanina, harav 52 milliónir í 2019, tá verulig gongd eftir ætlan kemur á arbeiðið.

Les eisini: Nýggjur hvalbiartunnilin endaliga samtyktur