Mynd: Jens Kr. Vang.

Myndir: Stella Polaris farið av bakkastokki

Hallur av Rana

19.02.2015 - 19:41

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Stóra klassiska tónleikakappingin fyri ungar tónleikarar, ið verður hildin hvørt ár í Norðurlandahúsinum, fór av bakkastokki í dag, tá tær fyrstu framførslurnar vóru í bólki eitt, ið eru børn trettan ár og yngri.

Í morgun hoyrdu áskoðararnir framførslur frá ellivu luttakarum, ið spældu á ljóðførir sum cello, accordeon, klarinett, klaver, floytu, violin og kontrabass.

Kappingin heldur fram seinnapart í dag, tá áskoðararnir hoyra framførslur frá bólki tvey, ið er ung millum fjúrtan og átjan ár.

Í morgin verður tað bólkur trý, ung yvir 18 ár, ið fara framføra og leygarkvøldið verður sjálv finalan.

Myndamaður hjá Portalinum, Jens Kristian Vang, var til staðar til tær fyrstu framførslurnar í morgun og tók hesar myndirnar.