(Mynd: EPA)

Myndir: Stórir skaðar í Florida – einki samband til the Keys


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 10:41

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Meðan tey í Florida enn stríðast við yvirflóð og vantandi ravmagni, eru skaðarnir enn ikki gjørdir upp í oyggjabólkinum Florida Keys eftir at ódnin Irma rakti sunnudagin.

Trupulleikin er, at myndugleikarnir ikki sleppa út til Florida Keys, tí Overseas Highway, ið er høvuðsvegurin – tann einasti – ið bindur oyggjabólkin saman við meginlandið, er stongdur.

Onki bendir á, at Irma hevur víst nakað miskunsemi móti oyggjabólkinum, har knapt 80.000 fólk búgva, sigur guvernørurin í Florida, Rick Scott, við CNN.

Vraklutir í sjónum fram við strondina gera, at tað er vandamikið at sigla í økinum, og floghavnin í Key West er stongd. Flóð og brotnað trøð gera tað eisini sera trupult at koma fram í økinm yvirhøvur.

Motorvegurin verður verandi stongdur, til ferðslumálaráðið kann veita trygd fyri, at brúgvarnar halda.

Í sjálvum Florida eru skaðarnir frá Irmu sjónligir. Bátar eru tveittir upp á vegir. Húsvognar eru skræddir í tvey, elligomul trø eru tikin upp við rót og ravmagnskaðalar eru kvettir. Regnið, sum kom í hølunum á ódnini hevur fingið áirnar at floyma yvir áarbakkarnar, og nógvir býir eru undir í vatni.

Í Jackson vill hava fólk leita sær upp í ovastu hæddirnar á húsunum fyri at sleppa undan vatninum. Bjargingarfólk kunnu ikki brúka bilar, men mugu ístaðin rógva við hjálp í smáum bátum, vatnskutarum og brimfjølum.

12 milliónir fólk eru uttan ravmagn í løtuni, skrivar Washington Post. Fólk hjá elveitingarfeløgunum siga, at tað kunnu taka fleiri vikur, áðrenn el-netið er fingið í rættlag aftur, so borgararnir kunnu fáa streymin aftur. Næstan 20.000 mans eru sendir út til tess at bøta um skaðarnar.