Mynd: Simon Nordendal / DroneDirector

Myndir: Stórt ferðamannaskip á Havnini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

11.06.2018 - 21:12

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Eitt av stóru ferðamannaskipunum, sum vitja Føroyar í summar, var á Havnini í dag.

Talan er um Mein Schiff 3, sum TUI Cruises eigur.

Mein Schiff er 293.2 metrar langt, 35,8 metrar breitt, hevur pláss fyri 2506 ferðafólkum og telur 1000 starvsfólk.

Stóra ferðamannaskipið kom í morgun og í allan dag hava ein rúgva av fólki verið at sæð millum annað í Havnini. Mein Schiff loysti aftur í kvøld.

Fríggjadagin er aftur eitt stórt ferðamannaskip í Føroyum tá 221,5 metrar langa Magellan aftur vitjar.

DroneDirector við Simon Nordendal tók nakrar myndir í dag.




beint nú