Myndir: Súkklarar vóru flúgvandi millum trøini

Ingi Samuelsen

29.06.2017 - 18:48

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Í dag kappaðust fjallasúkklararnir í sonevndum kriterium, tað vil siga í einum nógv styttri teini, enn fyrradagin.

Kappingin fór tó fram í sama øki av Visby, tó gekk meira fyri seg í lundini nærhendis borgargrøvini, har ið byrjanarhátíðarhaldið fór fram fyri skjótt eini viku síðani.

Føroysku súkklararnir megnaðu ikki at gera seg galdandi í hesi kappingini, ið varð vunnin av Nicholas Corlett av Manoy framman fyri James Roe og Sam Culverwell, báðir av Guernsey.

Enn einaferð var Helgi Winther Olsen besti føroyingur, hann gjørdist nummar 13, um fýra minuttir eftir vinnaran.

Hilmar Hansen og Bogi Kristiansen gjørdust ávikavist nr. 20 og 25, eitt umfar eftir, meðan Høgni R. Øster varð nr. 31, trý umfør aftanfyri.

Jógvan Højgaard byrjaði ikki í dag orsaka av einum skaða, ið eisini darvaði hann til kappingina týsdagin.