Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Myndir: Tá Høgaberg kom á Fuglafjørð


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Føroyska Sjómansmissiónin

07.01.2017 - 19:54

>

Klokkan 13 í dag kom nýggja uppsjóvarskipið Høgaberg, hjá Framherja í Fuglafirði á Fuglafjørð.

Skipið er keypt úr Norra. Skrokkurin er bygdur í Polen og skipið var gjørt liðugt á Stadyard í Norra.
Høgaberg er frá 2015, er 69,9 m. langur og 15 m. breiður og lastar uml. 2500 tons.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Framherja til lukku og Guds signin við Høgabergi.

Eigararnir Elisabeth og Anfinn Olsen fingu handaði blómutyssið frá kommununi.

Á myndini frá brúnni standa frá vinstru, Høgni Hansen, og norski skiparin og ein av fyrrverandi eigarunum Per Jan Kvalsvik.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her