Myndir: - Tað hevur týdning fyri meg at vísa Merkið

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 12:31

Ítróttur > Ítróttur > Triathlon

Fyri Karinu Ottosen gjørdist tað so at siga ongantíð ein spurningur um at vinna fyrsta plássið í triatlon-kappingini í dag.

Til tað var Joanne Gorrod av Jersey alt ov sterk. Tað var meira ein spurningurin um at halda hina sterku kvinnuna av Jersey, Melissa Messervy-Gross, aftan fyri seg, og tað eydnaðist.

Triatlon kappingin í dag var umleið 400 metrar svimjing í rættiliga stórari aldru, síðan umleið 40 kilometrar á súkklu og 10 kilometra renning á brúgvaløgdu trongu gøtunum í Visby.

Tá svimjararnir komu upp úr sjónum, lá Karina Ottosen á fjórða-fimta plássið væl aftan fyri Gorrod av Jersey.

Men úti á súkkluteininum, van Karina seg beinan vegin upp á annað plássið í kappingini, og tað styttist upp til kvinnuna av Jersey.

Tá tær høvdu súkklað allar 40 kilometrarnar, var Karina einans nøkur og tredivu sekund aftanfyri.

Skiftið í renniskógvarnar tók eitt sindur langa tíð fyri Karinu. Men í renningini eydnaðist tað ongantíð at vinna tíðina inn aftur. Og tá Gorrod kom á mál, var hon yvir ein minutt framman fyri Karinu.

Men Karina lá hinvegin so mikið langt framman fyri Jersey-kvinnuna á triðja plássið, at silvurið ongantíð var í vanda, og sostatt kundi Karina fegnast um fyrsta heiðursmerkið til Føroyar.

Undan kappingi royndi Karina at tálma væntanunum um heiðursmerki, tí hon ikki er í eins góðari venjing nú, og hon var fyri tveimum árum síðani, og ikki hevur havt eins góðar møguleikar fyri at venja.

Komin á mál segði hon seg vera fegnari fyri silvurið í 2017 enn gullið í 2015.

- Tað hevur stóran týdning fyri meg at umboða Føroyar og vísa fram Merkið, eisini um tað ikki er á fyrsta plássi, segði hon.

Hin føroyski triatleturin, Annelisa Møss, blandaði seg ongantíð í toppstríðnum. Svimjingin kiksaði eitt sindur fyri hana, og hon var millum tær aftastu, ið komu upp úr sjónum. Eitt skifti undir súkklingini lá hon umleið á einum 20. plássi.

Vit hava ikki fingið endaligu plaseringina hjá henni enn.