(Mynd: Erla Rajani Ziskasen)

Myndir: Tey bestu innan fimleikin heiðrað leygarkvøldið

Tíðindaskriv

28.05.2018 - 22:57

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Leygarkvøldið 26. mai var Fimleikagalla 2018 í Bylgjuni í Runavík.

200 íðkarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir og innboðin vóru við til at skapa eitt fantastiskt kvøld, har fimleikurin var heiraður. Sum altíð var skráin á tremur við góðum undirhaldi, tónleiki og mati.

Ársins handanir í estetiskum og amboð:
Ársins drakt: Kvinnur Hydra, Fimleikafelagið Ljósið
Ársins seria: Kvinnuunglingar Vípan, Fimleikafelagiðstøkk
Ársins venjari:
Maria B. Jakobsen og Sólbjørg Juliansdóttir
Ársins lið: Gentur Lyra, Fimleikafelagið Ljósið

Ársins amboðsíðkari kvinnur: Rebekka Ingadóttir Rein, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsíðkari menn: Aron Jacobsen, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsvenjari kvinnur: Margreta Samuelsen, Fimleikafelagið Ljósið
Ársins amboðsvenjari menn: Eyvind A. Hansen, Havnar Fimleikafelag

Ársins heiður: Erla Mikkelsen, Guðrun Guðjónsson og Harald Joensen

Hetta er fimta árið, at fimleikagalla verður hildið. Tað vóru Sasho Bjartsson og Gunn R. Hermansen, sum tók stig til at fyriskipa og, saman við FFS, hava staðið á odda fyri stórsligna kvøldinum. Í ár var fyrstu fer at Fimleikafelagið Støkk fyriskipaði, og tað var sera væl fyriskipað. Næsta ár verður Fimleikagalla 2019 fyriskipað av Fimleikafelagnum Ljósið.

Tíðindaskriv frá Føroya Fimleikasambandi