Jørgen Niclasen

Myndir: Tollmálið aftur fyri rættin

Ingi Samuelsen

29.09.2015 - 09:13

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Fýra dagar eru settir av, nú Eystari Landsrættur skal viðgera sokallaða tollmálið um skrivingina hjá Portal.fo og viðgerðina hjá Kringvarpi Føroya av Jørgeni Niclasen, táverandi landsstýrismanni, og málinum um sølu av ótollaðum vørum gjøgnum fyritøkuna N. Niclasen í Sørvági í nítiárunum.

Jørgen Niclasen valdi at saksøkja Svein Tróndarson, táverandi redaktør á Portalinum, og kringvarpsfólkini Dia Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge. Hann vann í Føroya Rætti og journalistarnir vórðu dømdir at rinda endurgjald fyri ærumeiðing.

Men journalistarnir kærdu dómin, og nú verður málið so viðgjørt av nýggjum í Eystara Landsrætti.

Landsrætturin hevur sett fýra dagar av til málið. Endalig dómsviðgerð og framløga verður í komandi viku.