Myndir: Vælvitjaður íverksetaradagur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.05.2018 - 12:45

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Íverksetan

Tað er gróður í íverksetaraumhvørvinum í Føroyum. Tað kundi staðfestast, tá Íverksetaradagur varð hildin í Öström fyrrapartin.

Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, setti dagin, og tá virðislønirnar sum Ársins Íverkseti skuldi handast, var tað sjálvasti løgmaður, sum stóð fyri tí.

Stóra talið av áhoyrarum ber eisini boð um, at tað eru nógvir føroyingar, ið eru partur av umhvørvinum, og kanska eisini ein stórur partur, sum ætlar sær at gerast ein partur av umhvørvinum.

Gestur á Íverksetaradegnum í ár var danski íverksetin Martin Thorborg, sum greiddi frá sínum royndum frá byrjan av til í dag, har hann júst hevur selt, men framvegis er stjóri, á seinasta initivi sínum, Dinero, sum er eitt roknskapartól, serliga ætlað øðrum íverksetum, og sum fyri ein part er ókeypis at brúka. 

Men ávegis liggur drúgt arbeiði við nógvum ymsum hugskotum, og eisini onkrum húsagangi. Sambært Martin Thorborg sjálvum, hevur hann ikki tal á hugskotunum, men hann hevur verið við til at stovna 35 fyritøkur - flestu teirra eru ikki til longur, men hann hevur eisini megnað at selt minst fýra, sum hann hevur vunnið nógvar milliónir upp á.

Men ávegis hevur hann eisini rakt botnin við tveimum húsagangum, har hann misti alt, sum hann átti.