(Mynd: EPA)

Myndir: Vaktarskifti á fronsku forsetaborgini

Ingi Samuelsen

14.05.2017 - 15:34

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Nývaldi 39 ára gamli franski forsetin, Emmanuel Macron, heilsaði í dag upp á undangongumann sín, François Hollande, sum klokkan 11 fyrrapartin fór av forsetaborgini í einum myrkum bili.

Í Fraklandi er tað ikki so, at nýggi forsetin skal takast í eið, eins og gjørt verðurí USA, til dømis.

Macron stóð á reyðu langmottuni og eygleiddi bilin við fyrrverandi leiðara Fraklands, hvørva. Síðan helt Macron eina røðu, har hann segði, at Frakland hevur valt ”vón” samstundis sum hann lovaði, at geva viknaða ES-samveldið nýtt lív.

- Í fleiri áratíggju hevur Frakland ivast á seg sjálvt, segði Macron, sum hevur sett sær fyri at geva landi sínu sjálvsálitið aftur.

- Stundin er komin fyri Frakland at reisa seg aftur. Heimurin hevur uppiborið, at vit standa stinn.

Macron er yngsti ovasti í Fraklandi síðan Napoleon fyri 200 árum síðani eisini lovaði landi sínum at fara gjøgnum stórar broytingar.

Mánadagin fer Macron væntandi at kunngera sín nýggja forsætisráðharra, og síðan flýgur hann til Berlin fyri at hitta týska samveldiskanslaran Angela Merkel. Væntandi verður nýggja stjórnin kunngjørd týsdagin, skriva tíðindastovurnar.

Macron gongur sterkt inn fyri ES, og ynskir at londini gerast enn tættari, serliga londini í evru-samstarvinum.

Í juni verður so val til franska tjóðartingið. Valið verður avgerandi fyri møguleikanum hjá Macron at tryggja sær politiska undirtøku fyri sínum nýskipanarætlanum.

Macron stillaði upp til forsetavalið sum óheftur við rørsluni En Marche! aftan fyri seg. La République en Marche, sum rørslan hjá Macron nú eitur, hetur seinastu dagarnar arbeitt hart fyri at fáa valevnislistarnar upp á pláss. Helmingurin er kvinnur, og helmingurin er uttan politiskar royndir frammanundan, eins og Macron hevur lovað.