Mynd: Annbjørg Andreasen

Myndir: Viðarlundin í Mikladali eftir jólaódnirnar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

11.01.2017 - 09:35

Tíðindi > Veðrið

Viðarlundin í Mikladali varð ruddað fyri fáum árum síðan og er enn ikki heilt liðug, men aftaná jólaódninar er arbeiðið byrjað av nýggjum, hetta tí at nógv trø eru farin, serliga har sum ruddingin var liðug. 

Klaksvíkar kommuna er í løtuni í gongd við at rudda á staðnum.

Sí myndir av viðarlundini í Mikladali, hvussu illa hon er farin av jólaódnunum, niðanfyri. Myndirnar hevur Annbjørg Andreasen tikið tann 31.12.2016.

Tað var um jóltíðir, at tríggjar ódnir vóru uppá eina viku - tann 20, 23 og 25.12 -, umframt at veðrið í aðrar mátar eisini var meira ella minni ilsligt dagarnar ímillum jól og nýggjár.