Myndir: Ynskja finsku tjóðini til lukku við teim 100



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.12.2017 - 09:15

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í dag er hátíðardagur í Finnlandi. Tjóðardagur er, og dagurin er eisini 100 ára dagurin fyri finska lýveldið.

Henda dagin í 1917 samtykti finski ríkisdagurin, at Finnland skuldi gerast sjálvstøðugt.

Alt árið í ár hevur verið 100 ára hátíðarár í Finnlandi, og nú streyma lukkuynskini til Finnlands úr øllum heiminum.

Blái liturin er eykendur í finska flagginum og í finska samleikanum. Og blái liturin hevur eisini verið tann ráðandi í sambandi við hátíðarhaldið. Kring allan heim eru bygningar og serlig støð upplýst við bláum ljósi í dag fyri at heiðra finska 100 ára tjóðardagin.

Vit hava savnað nakrar myndir frá EPA-myndatænastuni, og eisini av sosialu miðlunum Twitter og Instagram, har #Finland100 verður brúkt í sambandi við tjóðardagin.