Myndlist í Glyvra kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.02.2018 - 20:11

Tíðindi > List > Myndlist

Sunnukvøldið 11. februar verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Jón Magnus Joensen sýnir fram. Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Niels Midjord og Eilen syngja. Ein drekkamuður verður eisini.

Jón Magnus Joensen (f. 1963) hevur málað síðan hann var 13 ár. Hann hevur havt eitt ótal av framsýningum ymsastaðni sjálvur og saman við øðrum. Hann hevur eisini luttikið í sensureraðum framsýningum.

Í 2003 valdi hann at fara á listaskúla í Holbæk.

Hann málar mest náttúru- og staðarmyndir. Jón dámar væl litir og ljósið í náttúruni. Hetta sæst aftur í málningum hansara, skrivar Runavíkar kommuna.

Á hesi framsýning hevur hann miðsavnað seg um økið í Runavíkar kommunu.



beint nú