(Mynd: nordeniskolen.org)

Næmingar á kanningarferð á netinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

20.03.2017 - 08:22

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

23. mars er Norðurlandadagur, og í hesum sambandi skipar skúlatænastan www.nordeniskolen.org fyri Norðurlendskum Skúlakjatti fyri øllum áhugaðum næmingum.

Fleiri túsund næmingar í Norðurlondum fara á Norðurlandadegnum millum klokkan 11 og 13, føroyska tíð, at hátíðarhalda dagin við at vera við í einum videokjatti tvørtur um øll landamørkini. Talan er um eina skipan, har næmingarnir verða settir til at tosa við ein tilvildarligan bólk av næmingum í einum øðrum norðurlandi.

Kjattið byggir á eina nýggja skipan, Geo-veiðan, ið hevur fingið íblástur av ’Mystery Skype’. Í Geo-veiðini verða næmingarnir sendir, eins og kanningarfólk, á eina spennandi uppdagingarferð í øllum Norðurlondum. Á ferðini hitta tey næmingar úr øðrum flokkum. Og tey skulu gita hvaðani tey koma við einans at seta ja/nei-spurningar. Á henda hátt fáa næmingarnir møguleika fyri at venja teirra evni til at skilja norðurlendsku høvuðsmálini, svenskt, norskt og danskt, og samstundis fáa meira at vita um norðurlendska landalæru, mentan og mál.

Skúlakjattið á norðurlandadegnum í ár er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum. Kjattið gongur fyri seg á netinum. Tað krevst ikki nøkur serlig fyrireiking fyri at kunna luttaka, annað enn tvær teldur við myndatóli, mikrofon og ”headset” og so kagarnar Firefox ella Google Chrome. Teldlar og snildfonir kunnu tíverri ikki brúkast.

Og so krevst eisini, at flokkurin og næmingarnir hava stovnað sær ein vanga á nordeniskolen.org.