Næraberg: Tað hjálpti tá Kaj Leo tók telefonina

Snorri Brend

02.09.2014 - 20:12

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Støðan tóktist rættiliga fastlæst um vikuskiftið, tá Næraberg ikki slapp til bryggju í Reykjavík sum ætlað.

Støðan ta einu løtuna var so álvarsom, at tað var ein spurningur um skipið kundi fáa umvælt skaðan ella fekk útgerð umborð.

Nógvar kreftir vóru settar inn til tess at loysa henda knútin, sum kundi gerast eitt bakkast fyri samstarvið millum Føroyar og Ísland.

Nú skrivar Sandoyarportalurin, at gongd kom ikki á málið, fyrrenn løgmaður okkara, Kaj Leo Johannesen, ringdi til íslendska forsætisráðharran, Sig­mund Davíð Gunn­laugs­son:

Endamálið var at fáa loyst málið um Næraberg, eftir at íslendsku myndugleikarnir undan vikuskiftinum høvdu noktað honum vatn og proviant, tí hann hevði verið á makrelveiðu í Grønlandi.

Hetta upplýsti løgmaður í samrøðu við íslendska ríkisútvarpið í gjár.

Hann segði, at hann hevði sligið upp á tráðin til Sigmundar at fáa hann at gera sína ávirkan galdandi, til tess at fáa loyst íkomnu fløkjuna.

Og eftir telefonsamrøðuna fekk Næra­berg alla ta tænastu, hann hevði brúk fyri.

Næraberg fór úr Reykjavík aftur sunnukvøldið, og er, sum skilst farin aftur til Eysturgrønlands at royna.