Nærum 5000 fólk til djóradagar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

30.05.2018 - 16:04

Mentan >

Seinasta vikuskiftið vóru djóradagar á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.

Sum altíð var tiltakið sera væl vitjað, og millum 4000 og 5000 túsind fólk vitjaði tiltakið. Hetta má metast at vera sera flott, tá kappast verður við bátasetevnu, oyggjardagar og fótbóltsdystir.

Fyrireikaranir gleðast um, at fólk eru so trúføst og siga, at hetta vísir at tað er tørvur á einum tílíkum tiltakið, eitt tiltak sum serliga er ætla til barnafamiljur. Hetta var tjúginda árið at Føroya Ríðingarfelag skipar fyri Djóradøgum. Nevndin fer nú at eftirmeta tiltakið, so tiltakið verður enn betri næsta ár.