Mynd: Portal.fo

Næsta uppgáva verður Nations League

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 13:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir at seinastu HM-undankappingardystirnir á hesum sinni vórðu spældir í gjárkvøldið, er nú eisini greitt, hvussu farast skal undir nýggju kappingina fyri landslið, sum evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, fer undir komandi ár, UEFA Nations League.

Talan er um eina kapping, ið verður hildin í millumárunum, tá tað ikki eru HM- ella EM-kappingar.

Ein avleiðing av hesi kappingini er, at tað ikki longur verður pláss í álmanakkanum fyri venjingardystum, har landsliðini hava møguleika at skifta so nógvar leikarar út, sum teimum lystir. Ein møguleiki, sum føroyska landsliðið - helst av peningaligum orsøkum - ikki hevur gjørt nógv brúk av.

UEFA Nations League verður skipað í fýra deildum við upp og niðurflyting. Tað hevur allatíðina verið ein sannroynd, at Føroyar verða styrkismettar í niðjastu deildini, D-deildini.

Lutakastið til kappingarnar vera 24. januar, og londini, sum Føroyar koma at kappast ímóti í niðjastu deildini vera Aserbajan, Makedonia, Hvítarussland, Georgia, Armenia, Lettland, Luksemburg, Kasakstan, Moldova, Liktinstein, Malta, Andorra, Kosovo, San Marino og Gibraltar.

Liðini verða býtt upp í fýra bólkar við fýra londum í hvørjum. Vinnarin í hvørjum bólki rykkir upp í C-deildina, og fáa harafturat møguleika at kappast um eitt pláss í EM-endakappingini 2020.

Innleiðandi dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í tíðarskeiðinum 9. september til 20. november.