Mynd: EPA

Næstan 500 fólk fyri rætt í sambandi við kvettroyndina í Turkalandi

Steinar Patursson

01.08.2017 - 11:59

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Næstan 500 turkar, ið vórðu handtiknir eftir kvettroyndina í Turkalandi í fjør, skulu nú fyri rætt.

Serligur rættarbygningur er gjørdur við Akinci hernaðarflogvøllin uttan fyri Ankara, og turkiska stjórnin vil vera við, at tað var júst har, ið kvettmakararnir løgdu kvettroyndina til rættis, skrivar BBC.

249 sivilfólk lótu lív, tá uppreistrarhermenn royndu at taka valdið í Turkalandi í juli mánaði í 2016. Stjórnin vil vera við, at boð komu frá Akinci flogvøllinum um at fremja loftálop á turkiska tingið í einari roynd at fáa Recep Tayyip Erdogan frá valdinum.

Óvissa valdaði í Turkalandi í nakrar dagar, meðan ein hernaðarbólkur segði seg hava tikið valdið, tí at Erdogan var í ferð at avlaða sekuleru siðvenjurnar í Turkalandi.

Stjórnin var tó skjót at berja uppreisturin og kvettroyndina niður, og hópin av fólki varð handtikið í kjalarvørrinum á royndini.

Nógv teirra handtiknu vóru undir illgruna fyri at hava samband við Fethullað Gülen, ið er ein av størstu andstøðingum hjá Erdogan stjórnini.

Fethullah Gülen telist eisini millum tey ákærdu í kvettroyndini, men hann livir í útlegd í USA, og USA hevur ikki verið sinnað at avhenda Gülen til Turkalands.