Næstan annar hvør amerikanari hevur trupulleika við blóðtrýstinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 08:31

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Heilsurøkt

Næstan annar hvør vaksin í USA hevur ov høgt blóðtrýst, nú amerikanska hjartafelagið í gjár kunngjørdi nýggjar leiðreglur.

Í amerikansku leiðreglunum verður nú yvir 130/80 mett sum verandi ov høgt blóðtrýst. Fyrr var markið 140/90.

140/90 er framvegis markið fyri ov høgt blóðtrýst í Evropa, skrivar Ritzau.

Nýggju amerikansku reglurnar merkja, at tilsamans 46 prosent av vaksnum amerikanarum nú hava ov høgt blóðtrýst. Frammundan var hetta talið 32 prosent.

- Tað er ongin ivi um, at hetta verður umstrýtt. Eg eri vísur í, at fólk fara at siga, at tey longu frammanundan hava trupulleikar við at koma undir 140, staðfestir Paul Whelton, ið er lækni á Tulane University.

Paul Whelton hevur staðið á odda fyri bólkinum, ið hevur samtykt nýggju amerikansku standardirnar.

Hesin arbeiðsbólkur hevur eisini millum annað staðfest, at nógv av teimum tingum, ið fyrr hava verið hildin at vera góð fyri blóðtrýstið, ikki eru tað fyri vist, tí hetta ikki kann prógvast.

Sostatt eru ikki fingin prógv fyri, at myrk sjokoláta, te, kaffi, joga ella meditatión eru við til at lækka blóðtrýstið.

Nýggju amerikansku leikreglurnar siga eisini, at fólk við diabetes/sukursjúku, skulu undir viðgerð, um blóðtrýstið fer upp um 130, skrivar AP-tíðindastovan.