Mynd: Sverri Egholm

Næstseinasta ferðamannaskipið í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.09.2017 - 16:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Viking Sky, sum í dag hevur ligið at bryggju í Havn, verður sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar Havn hitt næstseinasta í ár.

Skipið er spildur at kalla spildur nýtt, tí tað var liðugt bygt í januar í ár. 227 metrar langa Viking Sky, sum er skrásett í Bergen, kemur úr Lerwick og leggur í kvøld leiðina víðari til Reykjavíkar.

Systirskipið Viking Sea kemur til Føroya 20. september og verður seinasta ferðamannaskipið í ár.

Skipini bæði rúma 930 ferðafólkum.