Privatar nakinmyndir av Kate Upton hava teldusníkar eisini fingið hendur á, og lagt út alment. Mynd: EPA

Naknar stjørnur: Soleiðis tryggjar tú tínar nakinmyndir

Sverri Egholm

03.09.2014 - 01:18

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Kanska tú ikki hevur nakrar nakinmyndir, men um tú vilt tryggja tínar myndir betri, so hava vit her vegleiðing um hvussu tú m.a kann gera.

Í gjár bórust tíðindini um, at privatar nakin-myndir hjá kendum sjónleikarum og sangarum vóru lagdar út alment av einum teldusníki.

Heta sigst at vera orsaka av iCloud tænastuni sum øll við iPhone og iPad brúka. iCloud ger at myndirnar sum tú tekur verða tøkar á netinum. Men fyri at síggja myndirnar, skal eitt loyniorð til og tað er hetta loyniorðið, man heldur, at hesin teldusníkurin er komin fram til.

Tað er sera ringt at vera heilt tryggur móti teldusníkum, men tað ber til at gera tað verri at sleppa inn á tínar kontur.

Hetta kanst tú m.a gera

  • Ger tær eitt serligt loyniorð sum ikki inniheldur títt navn og tín aldur
  • Brúka lítlar og stórar bókstavar og tøl
  • Brúka tekin sum t.d ()@$%/?[]
  • Um tú brúkar setningar, brúka so tøl inn í millum. T.d “Eg elski at spæla hondbólt” kann vera “3g3slk1@tspa31ah0ndb()1t”


Tað kann vera torført at minnast til loyniorðini tá tey verða so lang, so um tú skrivar tær tað niður á ein seðil ella pappír, minst til at goyma tað væl.

(Keldur: TV2 Beep og Mircosoft)

Les eisini: Naknar stjørnur: Apple møguliga trupuleikar við trygdini