(Mynd: Sprotin.fo)

Nándkort og nándgjald eru á veg inn í føroyska málið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

23.03.2016 - 19:07

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Enska orðið contactless card ella proximity card kemur inn í okkara mál nú. Kortini eiga vit, og terminalarnar eiga vit - alt riggar, sum tað skal, skrivar Jonhard Mikkelsen á Sprotanum.

Og so stingur áhugaverdi spurningurin seg upp: - Hvussu skal hetta nýggja tøkniliga fyribrigdið eita á okkara máli, spyr Jonhard.

Málstovan heldur, at vit eiga at brúka enska orðið proximity sum grundalag, tí á netinum eru fleiri dømi við proximity card enn við contactless card – sambært Wikipedia fleiri enn tríggjar ferðir so ofta.

Føroysku orðini fyri proximity eru: nánd, nærleiki; námd, návisi, námind.

Skotið verður upp, at proximity card skal eita nándkort - kortið, sum verður lisið, tá ið tað verður lagt inn ímóti - í nánd av - terminalinum. Gjaldið: proximity payment verður eyðvitað nándgjald

Man hetta orðið ikki fara at krøkja í, spyr Jonhard Mikkelsen spentur.