(Mynd: EPA)

Nani er ikki við í Føroyum

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 10:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Cristiano Ronaldo er stóra stjørnan, men næststørsta stjørnan á portugisiska landsliðnum er óiva Nani, sum í veruleikanum eigur Luís Carlos Almeida de Cunha. Eins og Ronaldo hevur Nani eitt skifti spælt við Manchester United í Onglandi. Nú spælir hann í Spania við Valencia.

Men 29 ára gamli Nani er ikki við í Føroyum. Læknatoymið hjá portugisiska landsliðnum hevur mett, at ein vøddaskaði í høgra beini er so mikið álvarsligur, at hann ikki fær spælt í morgin, og Nani er tí ikki við á ferðini til Føroya, skrivar heimasðiðan Vanguard.

Nani var heldur ikki við, tá Portugal vann 6-0 á Andorra fríggjakvøldið.

Nani hevur annars havt eitt gott ár við portugisiska landsliðnum, og stóð handan trý av málunum, sum Portugal fekk á leiðini móti evropameistaraheitinum í Fraklandi.

Hann er skrásettur fyri 105 A-landsdystir fyri Portugal.