Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg. Mynd: NATO

Føroyskur NATO-limaskapur kostar kanska 1 millión - ikki 480 milliónir krónur

Jógvan Hugo Gardar

16.04.2015 - 12:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

 Um Føroyar velja at gerast sjálvstøðugur limur í NATO, er árligi kostnaðurin neyvan omanfyri tvær milliónir krónur, helst vil hann liggja um eina millión, og ikki 480 milliónir krónur sum løgtingslimurin Helgi Abrahamsen hevur nevnt.

Í samband við orðaskiftið í løgtinginum mánadagin, um uttanríkispolitisku framløguna hjá løgmanni, segði Helgi Abrahamsen at sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í NATO kemur at kosta eina knappa hálva milliard um árið í limagjaldi. Hansara útgangsstøði var at limaskapurin kostar trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Vit hava eftirkannað tølini, og tað vísir seg at ein føroyskur limaskapur ikki kemur at kosta nærnámind so nógv. Alt eftir hvørja avtalu føroyingar høvdu fingið, um ein slíkan limaskap, so vildi árligi kostnaðurin helst verið millum eina og tvær milliónir krónur, um vit leggja 2015-fíggjarætlanina til grund.

Her svarar Helgi Abrahamsen uppá hvussu hann kom fram til hetta talið

Roknistykki fyri NATO-limaskapin er í tveimum. Annað er tað sum limalondini gjalda til NATO árliga, og hin parturin er tann semjan sum tey 28 NATO-londini hava um hvussu nógv sum skal brúkast av BTÚ til verjuendamál. Og her er veruliga talan um tvær sera ymiskar upphæddir.

480 milliónir gerast til eina millión

Vit hava hugt eftir hvat íslendski limaskapurin kostar, og hvat ein møguligur svenskur limaskapur vildi kosta. Keldur í NATO sum vit hava tosa við, siga at helst er rættast at samanbera við Ísland.

Fyri 2015 skal Ísland, sambært yvirliti frá NATO, rinda 0,043 prosent av samlaðu fíggjarætlanini hjá NATO. Við eini fíggjarætlan sum fyri 2015 liggur millum 15 og 16 milliardir danskar krónur, so rindar Ísland millum seks og sjey milliónir krónur.

Fólkatalið í Føroyum er umleið 6,5 ferðir minni enn í Íslandi. Tað vil siga at ein føroyskur limaskapur við hesum vildi komið at kosta umleið eina millión krónur.

480 milliónir gerast til tvær milliónir

Limaskapur í altjóða felagsskapum er altíð ein spurningur um samráðingar um treytir, og úrslitið av einum árligum gjaldi til raksturin av felagsskapinum vil vera við í samráðingunum.

Í Svøríki hava tey havt eitt orðaskifti um møguligan NATO-limaskap, og har sigur Mike Winnerstig, granskari hjá Totalførsvarets forskningsinstitut, í samrøðu við Sveriges Radio, at ein svenskur NATO-limaskapur vil kosta umleið 500 milliónir svenskar krónur, tað svarar til umleið 400 milliónir danskar krónur.

Tað vil siga at um tølini hjá Helga Abrahamsen skuldu passa, so vildi Føroyar rinda knappar 100 milliónir meir enn sviar.

Men soleiðis verður limagjaldi ikki rokna út. Tað búgva umleið 200 ferðir so nógv fólk í Svøríki sum í Føroyum. Við hesum sum grundarlag so eiga føroyingar rinda 200 ferðir minni enn Svøríki. Tað vil siga umleið tvær milliónir krónur, og ikki 480 milliónir.

Tvey prosent og ikki trý prosent

NATO-limaskapurin setir nøkur krøv til limalondini, umframt at gjalda eitt limagjald. NATO-londini hava bundið seg til at brúka tvey prosent av fíggjarlógini til verjuendamál. Hetta er tó ikki nakað sum er eitt krav sum londini fylgja uttan víðari, men tey hava tað sum mál. Semjan um tvey prosent er frá 2006.

Til dømis vísir ein kanning frá 2014, at av teimum 28 NATO-londunum, so eru tað bara fýra sum brúka tvey prosent av BTÚ til verjuendamál. 

Millum tey londini sum eru langt frá málinum, er Danmark, sum hevur ein politiska semju í Fólkatinginum, ið sigur at 1,2 prosent av BTÚ skal brúkast til verjuendamál til og við 2017. Danmark hevur heldur ikki verið nærhendis tveimum prosentum í nýggjari tíð - og tá tosa vit eisini um árini frá 1996 og fram til í dag. Til dømis brúkti Danmark í 1998 1,6 prosent av BTÚ til verjuendamál. Frá 1996 til í dag hevur Danmark árliga brúkt millum 1,7 og 1,2 prosent av BTÚ til verjuendamál. Tølini hava verið støðugt lækkandi, og hava síðani 2007 verið 1,2 prosent, og tað verður tað eisini næstu árini. Verandi verjuavtala í Fólkatinginum er galdandi til 2017.

Tvey prosent av BTÚ er eitt langtíðarmál

Norski verjumálaráðharrin, Ine Marie Eriksen Søreide, vísir millum annað á í eini samrøðu 4. apríl í ár, at málið um at brúka tvey prosent av BTÚ er eitt langtíðarmál, og norska stjórnin hevur hetta á síni ætlan fyri komandi tíggju árini. Hon vísir eisini á at innanfyri hesi tvey prosentini, so liggja íløgur og viðlikahald.

- Málið um at náa tvey prosent av BTÚ í einum tíggjuára skeiði, tað liggur fast, sigur Eriksen Søreide. Í dag brúkar Noreg umleið 1,5 prosent av BTÚ til verjuendamál. Hetta er 0,5 prosent lægri enn fyri tíggju árum síðani.

Bjargingartænstan telur við

Portalurin hevur spurt norska verjumálaráðið um hvat sum liggur í hesum talinum, 1,5 prosent av BTÚ. Talskvinnan hjá norska verjumálaráðnum, Marita Isaksen Wangberg, sigur at umframt tað vit vanliga leggja í verjumál, so er eisini vaktar- og bjargingartænastan hjá Noregi við í hesum talinum. Tað merkir at tey skipini sum til dømis hava fiskiveiðueftirliti í norskum sjógvi, eisini eru við í hesum yvirlitinum, tá Noreg roknar út. Hetta er eisini hátturin sum øll NATO-londini brúka.

Í yvirlitinum hjá norska verjumálaráðnum sæst at til dømis bjargingartyrlur og tyrlur sum løgreglan brúkar í sínum arbeiði, eisini telja við.

Í føroyskum høpi vil fíggjarætlanin hjá teimum stovnunum sum hava ábyrgd av vaktar- og bjargingartænastu telja við. Eisini til dømis útreiðslur til at hava bjargingartyrluna klára á flogvøllinum er við her.

Upprunagrein løgd út 16.04.2015 klokkan 13.30