Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Náttarvaktin hoyrdi teir rópa: - Hann skal sorlast sundur

Jens Hákun Leo

12.06.2018 - 18:03

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Í sambandi við sonevnda Øksarmálið, sum hevur staðið á skránni í Føroya Rætti hesa farnu vikuna, kom ein maður í 30-unum fyri rættin at vitna, sum fyrst og fremst kendi teir báðar ákærdu í málinum frá einum professionellum perspektivi.

Ta náttina í fjør, tá ógvusliga hendingin fór fram í húsinum hjá Almannaverkinum á Íslandsvegnum í Havn, var tað nevniliga hann, sum hevði havt náttarvakt í húsinum.

Ikki loyvt at halda veitslur í húsinum
Hetta kvøldið hevði hann gjørt tí nú ákærda 22 ára gamla manninum greitt, at tað skuldi vera húsafriður kl. 23.

Tað var annars ikki loyvt at halda veitslur í hesum húsinum hjá Almannaverkinum, sambært reglugerðini í húsinum.

”Eg visti av, at teir høvdu drukkið fyrr um dagin, og at teir høvdu eitt ball í íbúðini hjá x (tí 22 ára gamla ákærda)”, segði náttarvakturin í Føroya Rætti í gjár.

Hann legði aftrat, at tað tó ikki ”var nakar ógvusligur stemningur, og at alt sá okay út (í ballinum)”. Hann legði aftrat, at x hevði lovað, at tey (hann og hini fólkini í ballinum) ikki fóru at verða sitandi leingi, tí tey fóru oman í býin skjótt”.

Tann 22 ára gamla ákærdi í málinum hevði tá búð í húsinum hjá Almannaverkinum síðan 2015, eftir at hann í sambandi við harðskapsmál í miðbýnum í Havn varð dømdur til at vera í varðveitslu hjá Almannaverkinum.

Hetta kvøldið gjørdist hann partur av enn einum harðskapsmáli – hesaferð einum meira álvarsomum máli enn tað í 2015, tá hann hevði stungið ein annan mann í ryggin.

Hoyrdi teir rópa at hann skal sorlast sundur
Seinni um kvøldið hoyrdi náttarvakturin larm, og at menn - harímillum x og y (t.e. teir báðir ákærdu í málinum) – fóru út ígjøgnum dyrnar. Hann varnaðist, at menn vóru í øðini.

”Eg hoyrdi teir rópa, at hann skal sorlast sundur”, greiddi náttarvakturin frá, sum sat í kontórinum eina hædd omanfyri og í hinum endanum av húsinum.

”Eg ringdi tá til løregluna og segði, at x og y vóru farnir út, og bað eg teir halda eitt eyga við teimum, tí teir vóru í øðini og ætlaðu sær kanska okkurt”, greiddi náttarvakturin víðari frá.

”Men tú sigur, at tað var ikki loyvt at ballast í húsinum?”, spurdi verjin hjá einum av teimum ákærdu.

”Ja, tað er rætt”.

”Men hví var so ball har hetta kvøldið?”, helt verjin fram.

”Ja, tað er so spurningurin, hvussu ein kann hondhevja hetta forboðið. Ein kann t.d. skriva til leiðsluna og gera vart við støðuna”, vísti náttarvakturin á.

”Ja, men eingin leiðsla fer at svara uppá nakran fyrispurning kl. 23 eitt fríggjakvøld”, vísti advokaturin á í sínum lag.

Náttarvakturin, sum ikki hevur væntað, at málið fór at enda, sum tað gjørdi, greiddi síðan frá, at Almannaverkið síðan hendingina hevur framt betringar hesum viðvíkjandi – ballingarforboðnum viðvíkjandi.

Í farnu viku vísti tann eini ákærdi á, at tað var altíð ball í húsinum hjá Almannaverkinum, og at tað serliga var ein, sum búði í hæddini uppiá, ið skipaði fyri ballum. Sjálvur drakk hesin ákærdi – tann 22 ára gamli maðurin – sjáldan, og skipaði hann sjáldan fyri ballum.

Tann ákærdi var ein opin persónur
Náttarvakturin gav í aðrar mátar eina jaliga lýsing av tí 22-ára gamla. Hann segði, at tað tyngdi x (tann 22 ára gamla ákærda), at hann føldi, at hann skuldi taka sær av y (tí 24-ára gamla ákærda), sum var heimleysur. X var, sambært náttarvaktinum, ógvuliga góður við y.

”Og tá tað var eitthvørt, sum bagdi y, so segði hann altíð frá og var opin um tað. Hann var eisini opin um tað, at honum dámdi vápn, men vit vistu ikki nakað um, at hann átti nakra øks. Eingin av okkum hevði sæð nakra øks”, helt náttarvakturin fram.

Í Føroya Rætti í gjár vísti Linda Margrethe Hesselberg øksina fram fyri øllum, sum vóru stødd í rættarsalinum – hetta eftir at retsmedisinarin úr Danmark hevði víst rættinum detaljeraðar myndir av sárunum tí órættaða.

Sár, sum øksin ógvuliga sannlíkt hevur forvolt.

Dómur fellur væntandi í málinum nú fríggjadagin.


Les eisini: - Óansæð hvat hendir, so elski eg teg  - veit ikki, nær eg kann kontakta teg aftur

Les eisini: Trýkantsdrama møguliga atvoldin til øksarmálið