NAX – North Atlantic Xperience

Marin Eidesgaard

03.07.2015 - 22:16

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

NAX við Múrin bjóðar ymisk ítriv til teirra, sum vilja royna okkurt nýtt, ella bert vera aktiv eina løtu á festivali. NAX hevur bæði kajakkir, vatnskutara, klintrivegg og skjóttgangandi bátin Scorpion.

Kajakkirnar hava verið nógv brúktar í dag, og á klintrivegginum, sum er settur upp við stóra fjósið í Kirkjubø, eru allatíð fólk.

NAX hevur opið so leingi fólk koma at royna okkurt av tí, tey hava at bjóða. Í morgin letur NAX upp kl. 13.00, og hevur aftur opið so leingi fólk koma framvið.