Sjúrður Skaale, fólkatingslimur í øðrum parti av Gud signi Føroyar hóskvøldið (Skíggjamynd, KvF)

- Sum alt annað kann Bíblian misbrúkast

Sverri Egholm

25.02.2018 - 19:40

Tíðindi > Trúarlív

- Okkara mentan er í stóran mun vaksin úr kristindóminum. Hann gjøgnumseyrar alt. Bíbilsøgurnar liggja í okkum. Tey 10 boðini liggja í okkum. Og hugsa um gerandismálið: Vit síggja skriftina á vegginum. Vit kasta perlur fyri svín. Vit hava brotin hjørtu. Vit eta, drekka og eru glað. Vit royna at halda okkum frá forbodnum fruktum. Vit vita, at einki nýtt er undir sólini. Vit ansa okkum fyri úlvum í seyðaskinni...

Soleiðis tosa vit og soleiðis hugsa vit – og ofta gáa vit ikki um, at alt kemur úr Bíbliuni. Hon hevur í stóran mun skapt okkara virðisgrundarlag.

Tað skrivar Sjúrður Skaale í grein á lesarin.fo í dag í sambandi við Gud signi Føroyar sendirøðina í Kringvarpinum, sum hevur elvt til nógv kjak.

Sjúrður Skaale skrivar víðari, at hetta er nakað vit skulu verja.

- Men sum alt annað kann Bíblian misbrúkast. Mann kann við henni í hondini ræða børn. Mann kann misbrúka hana til at fáa makt yvir øðrum. Og mann kann misbrúka hana politiskt.

- Lat okkum minnast til, at tað vit og skil, Gud hevur givið okkum, ikki skal setast á stand-by tá vit lesa Bíbliuna – ella prædika um hana.

Les alla greinina her