Nebula ráðstevna um íverksetan leygardagin

Kaj Joensen

14.08.2014 - 21:43

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Leygardagin 16. august verður íverksetararáðstevnan hjá Nebula.

Ráðstevnan byrjar klokkan 13, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir tiltakið. Og síðani framløgur á skránni um tær mongu og ymisku avbjóðingarnar, sum íverksetar hava.

-Hesin seinnaparturin í Müllers Pakkhúsi er ætlaður sum íblástur og sum eitt høvi hjá fólki at fáa meira innlit í íverksetan umframt at hitta onnur við somu dreymum og somu ætlanum. Um fólk einans ynskja at hoyra einstakar av øllum framløgunum, ber væl til at koma og fara, júst sum hugur er til tess, sigur Halgir Winther Nagata, fyriskipari.

Høvi verður at hoyra Jónhild Rasmussen, leiðara í Hugskotinum, Rana Nolsøe, leiðara í íverksetarahúsinum í Klaksvík, Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS og Biritu Sandberg Samuelsen, sakførara, sum viðger hugtakið immaterial ognarrætindi, sum umfatar patent, vørumerki o.a.

Eisini luttekur danski íverksetarin Lars Wiberg Ettrup , sum greiðir frá sínum royndum í Keypmannahavn, har hann eitt nú hevur stovnað ein skrivstovufelagsskap fyri íverksetarar, ið nevnist Rocket Labs.

Millum framløgurnar ber til at søkja sær ráðgeving í básum, har Hugskotið, TAKS, Vinnuframi, Eik banki og Numo grannskoðanarvirkið eru umboðað.

Ráðstevnan, sum í tvey ár á rað hevur lokkað fleiri enn hundrað luttakarar til, verður í ár hildin í Müllers Pakkhúsi í Tórshavn. Tað er Halgir Winther Nagata, sum skipar fyri ráðstevnuni, og í ár samstarvar hann við Hugskotið, nýggja íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu.