Nebula ráðstevnan gevur innlit í íverksetan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.08.2015 - 16:41

Tíðindi >
Leygardagin 15. august verður ókeypis íverksetanarráðstevnan Nebula hildin fyri fjórðu ferð í Reinsarínum í Tórshavn.

Dagurin bjóðar øllum íverksetara-áhugaðum íblástur, vegleiðing og netverking. Umframt framløgur har íverksetarar deila út av sínum royndum, verða básar frá ymsum stovnum og fyritøkum til staðar, sum kunnu hjálpa tær á leiðini frá hugskoti til veruleika.

Tað er Halgir Winther Nagata sum fyrstu ferð tók stig til tiltakið í 2012 eftir at hava sett fleiri projektir í verk sjálvur. Eitt nú stovnaði hann eBillett.fo, sum hann seinni seldi, og var við til at menna og selja borðspælið Scrabble á føroyskum. Fyrr í ár var hann projektleiðari fyri størstu startup ráðstevnuni í Danmark, har túsund íverksetarar og íleggjarar úr øllum heiminum luttóku.

"Eg havi eina passión fyri at skapa nýggj ting, men tað er ein passión sum eg haldi er stuttligast, tá ið mann kann deila hana við onnur. Eitt ríkt startup umhvørvið inniheldur fjølbroytt fólk sum øll arbeiða móti hvør sínum máli, men sum enn taka sær tíð til at hjálpa hvørjum øðrum á leiðini," sigur Halgir.

Tiltakið byrjar klokkan 13 leygardagin tann 15. august í Reinsarínum í Tórshavn. Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding er á heimasíðuni www.nebula.fo.