Mynd frá oyggjaleikunum í Gotlandi 2017 (Mynd: Sverri Egholm)

NEC í amboðsfimleiki um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

16.10.2017 - 21:57

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Føroyar eru vertir fyri Northen European Championship 2017, eisini nevnt NEC, um vikuskiftið. Hetta er fyrstu ferð at kappingin verður í Føroyum.

Kappingin verður leygardagin og sunnudagin í Høllini á Hálsi, og nú verður gjørt klárt í høllini, har øll amboðini eru flutt niðan úr Fimi.

Tey níggju londini, sum luttaka eru Ísland, Skotland, Wales, Noreg, Svøríki, Danmark, Finland, Írland og Føroyar. Tilsamans eru 82 íðkarar, bæði kvinnur og menn.

Leygardagin er liðkapping og all around. Sunnudagin eru finalurnar í hvørjum einstakum amboði. Kringvarpið sendir beinleiðis frá finalunum sunnudagin, sum byrja klokkan 12 og enda klokkan 17.

Føroysku luttakararnir klárir
Longu fyri einum góðum mánaði síðani varð føroyska landsliðið úttiki. Tey sum luttaka fyri Føroyar eru Christina T. Arge, Astrið N. Breckman, Rebekka I. Rein, Elsbet L. Dalbø, Marý Petersen, Aron Jacobsen, Djóni Sakarisson, Rani A. Dalsgarð, Christopher Klevang og Bogi Berg.

Eisini eru føroyskir dómarar til kappingina, sum er Anna Margit D. Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Vár B. Árting, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali.