Mynd: Politico

Nei tú, Trump: Castro var meira enn ein, sum bara píndi sítt fólk

Jens Hákun Leo

28.11.2016 - 15:55

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tá ið tíðindini bórust leygarmorgunin, at fyrrverandi kubanski forsetin Fidel Castro var deyður, mundu tey flestu við áhuga fyri politikki kring knøttin steðga á og minnast aftur á einum av teimum heilt týdningarmiklu leiðarunum í 20.øld.

Harav var ein teirra komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum á Twitter fyrst skrivaði, at ”Fidel Castro er deyður”, og sum síðan millum annað helt fyri, at ”í dag minnast vit ein eirindaleysan einaræðisharra, sum píndi fólk sítt...og noktaði teimum grundleggjandi mannarættindi...í nærum seks áratíggju”.

Donald Trump helt víðari fyri um Fidel Castro, at...

- Eftirmælið hjá Castro er eitt við avrættanum, tjóvaríi, fátækradømi, einari óhugsandi líðing og einari avnoktan av grundleggjandi mannarættindum.

Og rætt er tað, so sum Donald Trump greidliga leggur upp til ímillum linjurnar omanfyri, at Fidel Castro ikki hevur so fá mannalív á samvitsku sínari, og at búskaparliga og sosiala gongdin á Kuba minni enn so altíð hevur verið tann besta undir leiðsluni hjá Fidel Castro.

Á tann hátt, og við hesum perspektivum í huga, hevur tíðarskeiðið hjá Fidel Castro ikki verið væleydnað.

Castro setti Kuba á heimskortið
Men hetta er einans ein partur av sannleikanum.

Tí søgan kemur at minnast Fidel Castro sum meira enn bara ein, sum gjørdi av við politisk mótstøðufólk, sum fekk kubanar í hópatali at flýggja av landinum, sum leyslat kriminell og sendi tey til USA, og sum ikki fekk kommunistiska planbúskapin á Kuba at koyra, sum hann skuldi.

Fidel Castro var nevniliga maðurin, sum gjørdi lítlu karibisku oynna, sum undan kollveltingini í seinru hálvu av 1950-unum var ein marionetttjóð hjá USA við tí illa dámda Fulgencio Batista á odda, til eina av teimum valdsmiklastu tjóðunum í heiminum – í øllum førum sýmbolskt sæð.

Fidel Castro setti við øðrum øðrum Kuba á heimskortið, og uttan hann er ikki óhugsandi, at Kuba einans hevði verið enn ein neutral tjóð í Karibiska Havinum. Tá ið tú nevnir Kuba fyri onkrum í dag, hugsa øll nevniliga Fidel Castro – ella Che Guevara, sum eisini var ein av oddamonnunum í kollveltingini á Kuba, inntil hann fór víðari á kollveltingarherferð sínari –, kubanskar sigarir, kubanskt romm og kubanar í útlegd í Miami.

Setti seg upp ímóti USA
Fidel Castro var eisini maðurin, sum setti seg upp ímóti tí valdsmikla USA.

USA royndi eftir 1945, sum helst øllum søgu- og samfelagsfrøðikønum kunnugt, at leggja alla Miðameriku, Karibiu og Suður Ameriku undir seg, sæð frá einum valdspolitiskum perspektivi, og eydnaðist tað í meira enn í einum føri hjá USA at gera sína stóru ávirkan galdandi í omanfyrinevndu økjum, harímillum í Chile í 1970-unum.

Tað hevur tó ímillum ár og dag ikki eydnast hjá USA at gera sína ávirkan galdandi í lítlu karibisku tjóðini, stýrd av Fidel Castro.

Harímillum royndi USA í 1961 við tí unga og óroynda John F. Kennedy á odda at fella stýrið í Havanna við einum heri av kubanarum í útlegd. Sum vit tó helst øll vita, miseydnaðist ”Bay of Pigs-innrásin”, og hevur Kuba síðan 1960-ini fingið frið frá USA til at vera ein kommunistisk tjóð – tó við undantaki frá tí sannroynd, at handilsbannið, sum USA hevur havt í gildi ímóti Kuba í nógv harrans ár, hevur verið viðvirkandi til at ”halda lív” í tí fátækradømi á Kuba, sum Donald Trump sipaði til á Twitter (sí omanfyri), og sum kubanska fólkið hevur verið noytt at liva undir í nógv ár.

Castro gav kubanarum eina vón í trongum tíðum
Fidel Castro var maðurin, sum gav kubanarum eina vón í trongum tíðum, og sum, hóast hann var illa dámdur av nógvum á Kuba ímillum ár og dag, eisini ímillum mong var ein vældámdur, karismatiskur og sjarmerandi einmansherur, sum stóð fast við sínar kommunistisku og nationalistisku hugsjónir, og sum varðveitti Kuba sum eina sjálvstøðuga kommunistiska tjóð - hetta hóast, man royndi at gera av við hann fleiri hundrað ferðir, hóast Sovietsamveldið brúkti albogar undir Kalda Krígnum, hóast Sovietsamveldið púra óvæntað fall tíðliga í 1990-unum, og hóast eitt illbrýnt USA við einari røð av amerikonskum forsetum (Castro hevur yvirlivað 11 amerikanskar forsetar) hevur verið hinumegna fjørðin.

Fideo Castro, sum stóð á odda fyri kommunistiska Kuba í tíðarskeiðnum 1959-2008 (formelt sæð, í hvussu er), var ein av berandi kreftunum í Non Aligned Movement, har ið hann var "Secretary general" í tíðarskeiðnum 1979-1983, og stuðlaði hann eisini vinstravendu kreftunum í Angola í frælsisstríði teirra ímóti Suður Afrika og Zaire í 1970-unum. 

Fidel Castro hevði sum stevnumið at stuðla vinstravendum rørslum kring knøttin, og tá serstakliga í nærumhvørvinum, og var, saman við Che Guevara, sum longu lagt upp til omanfyri, eitt sýmbol fyri vinstravend kring knøttin og eitt sýmbol uppá stríðið ímóti kolonialismu, sum var nógv frammi í 1960-unum og nakað frameftir. Hann var harundir høgt virdur av sjálvasta Nelson Mandela, og var hann eitt dømi um ein, sum stillaði seg upp ímóti Goliath (USA og Sovietsamveldinum, red).

Søguskrivingin eigur at minnast Castro fyri tað, hann var
So nei tú, Trump. Fidel Castro var meira enn bara ein hópdrápsmaður. Hann hevur, sum longu nevnt, síni mannalív uppá samvitskuna, og so satt, sum er tað eitt lív eftir deyðan, skal hann helst bøta fyri tey - umframt ta sannroynd, at hann var nær við at vera viðvirkandi til at framprovokera eitt 3.heims- ella atomkríggj í 1962.

Men tann djúpt nuanseraða søguskrivingin eigur at umfata meira enn so, at ein nývaldur høgravendur amerikanskur forseti, sum saman við nógvum amerikanarum hevur ein íbornan og helst vælmeintan illvilja mótvegis Castro, skal allýsa søguliga veruleikan. Tí søgan um tann litríka og óendaliga nuanseraða Castro er meira enn so. Hann broytti altjóða politiska landslagið í 20.øld og var ein einmansherur, sum megnaði tað, sum fáur maður nakrantíð kemur at gera honum eftir.

Castro setti, uppá gott og vont, lítla Kuba á heimskortið.