- Nei, vit manglaðu so einki á Barnaheiminum

Snorri Brend

25.09.2014 - 18:52

Tíðindi >

Í morgin verður samkoma í KFUK í Havn, nú ein nýggj bók um Føroya Barnaheim í Havn verður givin út.

Gerhard Hansen hevur lagt hetta stóra verkið til rættis, sum í mangar mátar er ein heiðurskvøða við Nikolinu Højgaard Simonsen – vanliga nevnd Mamma á heiminum.

Millum tey mongu, sum gleða seg til henda dagin, eru tær tríggjar Tove, Miriam og Majbeth, sum hava sent okkum eina heilsan í hesum sambandi.

Og fyri tær tríggjar, sum allar komu á Barnaheimið í 60'unum, er eingin ivi um, at Nikolina var ein framskygd kvinna. Hon gav teimum tann uppvøksturin, sum tær høvdu brúk fyri:

- Har var umsorgan, tryggleiki og reglar. Har vóru fastar rammur fyri, hvussu vit skuldu uppføra okkum. Klagaðu fólk um okkum, forsvaraði hon okkum altíð, men aftaná kundi hon skelda okkum, um vit ikki høvdu uppført okkum ordiligt.

- Hon vildi ikki hava, at har skuldi setast ein fingur á barnaheimsbørnini. Vit skuldu skikka okkum ordiligt, siga Tove, Miriam og Majbeth í heilsan síni.



TAÐ NÆSTBESTA
Fyri mong hevur uppihaldið á Barnaheiminum verið kærkomið, tí at umstøðurnar heima við hús ikki altíð vóru tær bestu.

Fyri tær tríggjar - Tove, Miriam og Majbeth – er heldur eingin ivi um, at tær ikki tóku skaða av at búgva á Barnaheiminum í styttri ella longri tíð.

Teimum vantaði so einki:

- Nei vit manglaðu onki. Vit høvdu kanska ikki tað besta, sum eitt barn kann ynskja sær, - tað at búgva heima hjá foreldrunum.

- Men so fingu vit tað næstbesta, sum kundi lata seg gera. Ja, fyri summi børn var tað kanska tað besta, siga tær.


Kvøða teirra til Barnaheimið er rættiliga umfatandi. Heilsanin kann lesast í heilum líki á Portalinum í kvøld.