Høgni Zachariassen (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin buldrar víðari - H71 vann umráðandi sigur

Agnar Frederiksen

10.12.2017 - 20:26

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað sær alsamt meira út sum, at Neistin og H71 fara avstað við finaluplássunum í fremsti deildini hjá monnum. Liðini vunnu bæði aftur í dag, og eru sostatt við at skaffað sær eitt sera gott útgangsstøðið, nú steðgur skjótt fer at verða í kappingini.

Tað er eingin slingur í valsinum hjá Neistanum. Í dag vunnu neistamenn trygt á heimavølli ímóti KÍF. Talan gjørdist um ein 24-16 sigur eftir 14-3 leiðslu í hálvleikinum. Góði stimin hjá oddaliðnum heldur sostatt fram.

Í Hoyvík gjørdist talan um sera tættan dyst, tá Team Klaksvík var á vitjan. Útiliðið var á odda við einum í hálvleikinum, men at enda var H71 omaná við einum málið. Tað endaði 23-22 í einum spennandi dysti. Úrslitið ger, at Team Klaksví ikki fær hála inn á oddaliðini, men H71 fær honvegin økt fjarstøðuna. 

Kyndil vann ein sera týðandi sigur á STÍF. Tað var bert eitt mál á muni í hálvleikinum, men í 2. hálvleiki dróg Kyndil frá, og vann at enda við við fýra málum. Kyndil er harvið enn við kappingini um finaluplássini, meðan StÍF er niðast.

Úrslit í dag
StÍF - Kyndil (29-32)
H71 - Team Klaksvík (23-22)
Neistin - KÍF (24-16)


Støðan eftir 13 umfør
1. Neistin (21 stig)
2. H71 (19 stig)*
3. Team Klaksvík (12 stig)*
4. Kyndil (11 stig)*
5. VÍF (10 stig**
6. KÍF (7 stig)
7. StÍF (6 stig)

*Leikt 12 dystir
**Leikt 10 dystir


Komandi dystirnir (seinastu dystirnir undan steðginum):
Team Klaksvík - VÍF (Mikudagin 13. desember kl. 20:00)
StÍF - Neistin (Leygardagin 16. desember kl. 16:00)
Kyndil - Team Klaksvík (Leygardagin 16. desember kl. 16:00)
H71 - VÍF (Leygardagin 16. desember kl. 18:00)