Neistin fingið høvuðsstuðul til ungdómsdeildina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

01.12.2017 - 11:09

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hondbóltsfelagið Neistin úr Havn hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-2019, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931, og hevur um 300 limir, og 31 lið í kappingini komandi vetrarhálvu. Harafturat eru nógvir leikarar í 3-6 ára aldrinum, sum enn ikki eru í kappingum. Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum.

Súna Mørk, forkvinna í Neistanum sigur:
- Neistin er stórt felag við nógvum evnaríkum leikarum. Vit eru sera fegin um stuðulin, sum ger tað møguligt at geva neistaungdómi eitt mennandi læru umhvørvi. Neistin leggur stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum og leggur nógva orku í, at umhvørvið, har tey ungu koma, er gott og at trivnaðurin er í hásæti.

Petur Elias Petersen, leiðari í privatkundadeildini hjá Betri Trygging í Tórshavn sigur:
- Vit eru fegin um at stuðla ungdómsdeildini hjá Neistanum. Neistin hevur sera nógv lið í ungdómsdeildunum og nógvar evnaríkar leikarar, sum um nøkur ár helst fara at gera seg galdandi í bestu deildunum hjá Neistanum.