(Savnsmynd)

Neistin hevur argað H71 áður

Niels Petersen

21.01.2017 - 16:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Ein hondbóltsdystur er á skránni í dag, og er tað í steypakappingini hjá monnum. H71 tekur móti Neistanum í Hoyvíkshøllini, og lagt verður upp til ein spennandi dyst. Eisini hóast tað er langt millum liðini í FTZ deildini.

H71 er einsamalt oddalið í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Teir hava 25 stig fyri 15 dystir. Vit skulu líka niður á fimta pláss fyri at finna dagsins mótstandara. Neistin hevur 14 stig fyri 15 dystir. Men tær báðar ferðirnar liðini higartil hava møtt hvør øðrum í landskappingini hava dystirnir verið sera tættir.

Neistin hevur gott tak á hoyvíkingum

Neistin vann fyrsta dystin millum liðini í ár. Úrslitið bleiv 26-23. Men tá tann næsti dysturin bleiv spældur, hesaferð í Hoyvíkshøllini, tá voru hoyvíkingar veruliga komnir í gongd, og hesaferð vunnu teir við tveimum 22-20. Lagt verður sostatt upp til ein sera spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í kvøld.

Ein dystur sum kann fella báðar vegir, men sum H71 tó má metast at vera favorittur til at vinna.

Dysturin er í bólki A í bólkaspælinum í steypakappingini, so tað er ikki talan um vinn ella forsvinn dyst.

Dysturin byrjar klokkan 19:00.