Hoyvíkingar fingu forða Filip Jojic og co. at fáa stig í dag.
(Mynd: Sverri Egholm)

Neistin og H71 hava skapt frástøðu til hini liðini

Agnar Frederiksen

16.12.2017 - 20:06

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Eisini í FTZ-deildini er seinasta umfar í hesum árinum leikt í dag. Kollfirðingar sótu yvir; annars hava øll liðini verið í eldinum.

Oddaliðið Neistin var á vitjan á Skála í dag. StÍF er niðast á stigatalvuni, og hóast heimaliðið so at siga ikki var frammafyri í dystinum so fekk StÍF stig burturúr. Hjá Neistanum var tað ein smeitur, at danski stórskjúttin Rasmus Søby noyddist út eftir smáar tíggju minuttir við skaða í fingrinum. Tað leikaði javnt á allan vegin, og neistamenn høvdu ofta eina eitt-máls ella tvey-máls leiðslu. Men StÍF hekk væl í , og tað gjørdist talan um sannan gyara til endans. Neistin førdi 14-12 í hálvleikinum, og tá fýra minuttir vóru eftir var Neistin eisini á odda við tveimum. Men so lukkaði StÍF av, og tá hálvur minuttir var eftir javnaði Sveinur Justinussen til 25-25. Sostatt deildi liðini stigini í einum spennandi dysti, og Neistin heldur fast um oddasessin.

Í Havn vann Kyndil annan dystin á rað. Team Klaksvík varð sent heim við einum 29-25 tapið. Liðini fylgdust so at siga allan fyrra hálvleik, men Kyndil var eitt sindur omaná og var eisini á odda 14-12 í hálvleikinum. Í 2.hálvleiki setti Kyndil seg meira á dystin, og Team Klaksvík fekk ongantíð fatur aftur á teimum grønu. Kyndil vann 29-25, og kann halda frí á triðja plássinum.

Seini dysturin í kvøld var í Hoyvík, har spennandi uppgerð var á skránni. H71 tók ímóti VÍF, ið hevði tørv á einum sigri fyri at halda samband við oddaliðini. Men H71 vann ein smalan 25-23 sigur. Heimaliðið hevði munin í fyrra hálvleiki, og var á odda 14-11 í hálvleikinum. Men vestmenningar ótu seg innaftur, og so at siga alal 2.hálvleik var javnleikur ella eitt mál á muni. Men greipuvinnararnir vóru ov sterkir fyri VÍF, og tá Hilmar Leon Jakobsen setti brotsspark í netið tá 10 sekund vóru eftir, vóru tvey mál á muni, og harvið var tað avgjørt. VÍF hevur nú eina sera trupla upggávu fyri framman, um liðið skal koma í FM-finalurnar.

StÍF – Neistin 25-25(12-14):
Toppskjúttar: Sveinur Justinussen(StÍF) 8 mál, Høgni Zachariassen(Neistin) 8 mál

Kyndil – Team Klaksvík 29-25(14-12):
Toppskjúttar: Rókur Akralíð(Kyndil) 6 mál, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen(Team Klaksvík) 7 mál

H71 - VÍF 25-23(14-11)

- Ikki fingið fatur á málskjúttum

Støðan:
Neistin 22 (14 dystir)
H71 21 (14 dystir)
Kyndil 13(13 dystir)
VÍF 12(12 dystir)
Team Klaksvík 12 (14 dystir)
KÍF 7 (13 dystir)
StÍF 7 (14 dystir)

Næsta umfar verður leikt fyrsta vikuskifti í januar(6. og 7.)