Neistin vann 35-31 á StÍFí kvøld, og liggja saman við H71 á odda í FTZ-deildini



(Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

Neistin og Kyndil tryggjaðu sær sigrar í kvøld

Agnar Frederiksen

14.03.2018 - 22:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tveir dystir í fremstu mansdeildini vórðu leiktir í kvøld. StÍF var á vitjan hjá Neistanum, meðan Team Klaksvík tók ímóti Kyndli í Badmintonhøllini í Klaksvík. Í báðum førum megnaði havnarliðini at vinna.

Neistin vann á StÍF, eftir at hava verið á odda allan dystin. Neistin hevði tørv á einum sigri, fyri at koma á oddasessin aftur, og fyri at halda eina rímiliga trygga frástøðu til Kyndil. Neistamenn fóru til hálvleiks við einari fýra máls leiðslu, og StÍF kom ongantíð av álvara tætt við í 2.hálvleiki. Málini súsaðu inn í báðum endum, og liðini fingu 20 mál í part í 2.hálvleiki.

Tað endaði 35-31 til Neistan, ið meira og meira nærkast einum finaluplássið

Í Klaksvík var talan um ein málfátækan dyst, ið var sera javnur. Team Klaksvík, ið var uttan leikarar sum Finn Hansson og Hørður Fannar Sigtórsson, tók ímóti Kyndli, og liðini fylgdust allan vegin. Tað var sera sjálvdan, at munurin kom uppum eitt mál. Tað var oftast + 1 annan vegin ella javnleikur. Kyndil var á odda 11-10 í hálvleikinum, og endaði eisini við at vinna ein eitt-máls sigur. Kyndilsmenn vunnu 20-19, og megnaðu harvið akkurat at koppa Team Klaksvík. 

Við sigrinum er Kyndil framvegis við í striðnum  um finalupláss. Kyndil hevur sjey stig upp til Neistan og H71, ið eru jøvn við 29 stigum, men teir grønu hava leikt ein dyst færri enn hesini liðini, og hava seks dystir eftir at spæla.


Neistin - 
StÍF 35-31(15-11)

Team Klaksvík - Kyndil 19-20(10-11)

*
rættað og uppdaterað kl.22.41